Trúgvandi baptistar og adventistar eru tryggari í ferðsluni enn ikki-trúgvandi. Tað er ein av niðurstøðunum hjá Niels Christian Hvidt, professara í teologi frá Syddansk Universitet, nú hann hevur funnið fram til nýggj úrslit í 10 ára gamlari kanning. Tað skrivar Tv2 í dag.
Kanningin vísir, at tað er 92 prosent minni vandi fyri, at trúgvandi kvinnur enda í ferðsluóhappi, enn ikki trúgvandi kvinnur. Fyri menn er váðin 97 prosent minni. Niels Christian Hvide sigur við Tv2, at tað kunnu vera fleiri orsøkir til úrslitið.
- Vit vænta, at tað hevur nakað við tað at gera, at tey trúgvandi drekka minni rúsdrekka, ansa betri eftir øðrum í ferðsluni orsaka av boðnum um næstrakærleika, og at tey hava eitt róligari sinn, sum gevur róligari ferðslu, sigur hann.
Kanningin vísir eisini, at trúgvandi hava munandi minni kjans fyri at fáa krabbamein og diabetis. Hinvegin vísir kanningin, at sjúkan Parkinsons sæst oftari hjá trúgvandi enn hjá ikki-trúgvandi.