Innflutningurin fyrra hálvár var størri enn somu mánaðir í fjør, men gongdin boðar frá minkandi vøkstri
Innflutt varð fyri 2.528 miljónir krónur samanlagt fyrra hálvárið í ár, sum er umleið 283 miljónir ella 13 prosent, meira enn sama tíðarskeið í fjør.
Meginparturin av vøkstrinum stavar kortini frá skipainnflutningi. Verða skipini ikki tald við, er innflutt fyri 2.358 miljónir krónur krónur hetta sama tíðarskeiðið, og er hetta ein vøkstur uppá 6%.
Samanborið við innflutningin fyri hvønn ársfjórðing í 2006, sum í miðal var 22% størri enn í 2005, so er gongdin higartil í ár at kalla ein útjavning við einum vøkstri uppá 6% (skip ikki íroknað), skrivar Hagstovan á síni heimasíðu.










