Grundin til ætlaðu lækkingina á komandi fíggjarlóg er, at minni verður latið til vørumenning, stendur í viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotið.
Fiskavirki, sum arbeiða útlendskan fisk ella arbeiða við ávísum vørumenningarætlanum, fáa færri pengar frá tí almenna komandi ár, enn tey hava fingið. Um fíggjarlógaruppskotið verður samtykt, sum tað er lagt fram.
Stuðul kann sambært løgtingslóg latast fiskavirkjum, sum arbeiða innfluttan fisk. Virkjum, sum arbeiða við vørumenning, ella virkjum, sum menna innaneftirlitið. Eisini verður játtanin nýtt til at gjalda fyri heilsuprógv hjá starvsfólkum á fiskavirkjum og verksmiðjuskipum, verður sagt í viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotið fyri 2001.
Hesin stuðul er í verandi fíggjarári 12 milliónir krónur. Hann var í 1999 uppi á 13. 922 milliónum.
Og aftur á komandi fíggjarlóg fer hesin stuðul til fiskivinnuna á landi at minka, eftir fíggjarlógaruppskotinum at døma. Skotið er upp, at stuðulin skal verða10,7 milliónir krónur komandi ár.