Minni útgoldið í lønum í august

6 milliónir minni vóru útgoldnar í lønum í august samanborið við juli, men samanlagt er talan um vøkstur síðani seinasta heyst.

Tað vísur uppgerð hjá Hagstovu Føroya.

Í august vóru árstíðarjavnaðu lønirnar 598 milliónir kr. Hetta er 6 milliónir kr. minni enn í juli, og var afturgongdin 1%. Hóast at lønirnar minkaðu í august, so er trendurin óbroyttur, har lønargongdin nú vísir ein mánaðarligan vøkstur á umleið 0,5%, sigur Hagstovan.

Orsøkin til at tað var minni útgoldið av lønum í august, var gongdin í fiski- og alivinnuni. Í august vóru útgoldnar 113 milliónir kr. í fiski- og alivinnuni, og hetta er 9 milliónir kr. minni enn í juli. Afturgongdin er yvir 7%.

Byggivinnan hevði annan mánaðin á rað eina afturgongd uppá yvir 1%. Hinvegin er framgongdin í privatu og almennu tænastuvinnunum støðug. Í privatu tænastuvinnunum vóru 201 millión útgoldnar í august. Hetta er 1,5% meira enn í juli. Í almennum tænastum er framgondin meira hóvlig, 0,3 til 0,5% seinastu mánaðirnar, sigur Hagstovan.