Minni svartkjaftur og minni trolvirksemi

Vónin í Fuglafirði hevur eisini merkt sviðan av, at føroyska svartkjaftakvotan er vorðin so lítil, men felagið er úti um seg á framsýningum uttanlands og hevur stóran marknað fyri síni framleiðslu uttanfyri landoddarnar

Ídnaður

Pelagiska deildin hjá trolvirkinum Vónini er í Fuglafirði, har eini 25 fólk eru til arbeiðis um dagarnar. Umframt tey stóru pelagisku trolini, sum felagið framleiðir, taka tey í Fuglafirði sær eisini av umvælingum av teimum stóru nótunum, sum virkið annars framleiðir í India.
Um dagarnar, nú fiskivinnuframsýning er í Ålborg, er Vónin eisini millum føroysku luttakararnar.
Fyrr í heyst hevði felagið eisini bás á velduga stóru fiskivinnuframsýningini í Vigo í Spania. Hendan framsýning, sum nú verður hildin sætta hvørt ár, er ein hin størsta framsýningin í Evropa av sínum slagi.
Bogi Nón, marknaðarleiðari hjá Vónini, sigur, at tað er ógvuliga umráðandi fyri felagið, sum hevur stóran útflutning av síni framleiðslu, at verða við, har keyparar av eitt nú flótitrolum, kraftblokkanótum og rækjutrolum savnast og leita sær sambond.
- Vit hava deildir í útlandinum, og vit hava nógv samskifti og samstarv við útlendskar keyparar.
Marknaðarleiðarin ásannar, at minkaða svartkjaftakvotan undir Føroyum eisini hevur sett síni spor á Vónini við minkandi eftirspurningi hjá føroyskum og útlenskum skipum, sum fiska undir Føroyum.
- Eini 10 fólk eru í ár uppsøgd hjá Vónini, men nú aftur hevur verið meira at gera í heyst, eru eini 4-5 fólk komin aftur at arbeiða hjá okkum.
Bogi Nón sigur, at høvuðsmarknaðurin hjá Vónini uttanlands er flótitrol, kraftblokkanótir og rækjutrol.
- Tað loysir seg ikki hjá okkum at fara uttanlands við reiðskapi, sum kostar lutfalsliga lítið, men tey stóru trolini og nótirnar er dýrur reiðskapur, leggur hann aftrat.