Annar hvør norðmaður heldur, at Noreg eigur at taka sínar hermenn heim úr Afghanistan.
Ein meiningakanning, sum blaðið VG hevur gjørt, vísir, at 49 prosent av teimum, sum hava tikið støðu til spurningin, vilja hava hermenninar heim. 36 prosent siga, at hermenninir skulu ikki heim, fyrr enn uppgávan er loyst, og 14 prosent vita ikki.
Í juni doyðu fýra norskir hermenn av einari vegjaðarabumbu í Afghanistan. Beint aftaná vísti ein kanning, at 45 prosent vildu hava hermenninar at verða verandi í Afghanistan, og 35 prosent søgdu, at teir áttu at koma heim.