Minni skip til suðuroyarsigling ístaðin fyri Smyril

Politikarar tosa nú um at avmarka siglingina við Smyrli og at sigla við einum minni skipi ístaðin

 

Skal eitt minni skip enn Smyril útvegast at røkja suðuroyarsiglingina, so at Smyril ístaðin bara skal sigla onkuntíð?

 

Tað er ein spurningur, sum er farin at røra seg í politisku skipanini.

 

Nú Fíggjarnevndin er farin at viðgera fíggjarlógina fyri næsta ár, er Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, biðin um at kanna fíggjarligu avleiðingarnar av at útvega eitt minni skip enn Smyril til Suðuroyarsiglingina.

 

Endamálið er at kunna sigla fleiri túrar ímillum Havnina og Suðuroy við ferðafólki, siga tey í Fíggjarnevndini.

 

Men afturfyri skal allur farmaflutningur til og úr Suðuroy samskipast, so at tað helst nøktar tørvin á farmaflutningi og bilaflutningi, at Smyril siglur ein túr um dagin.

 

Johan Dahl vísir á, at nógv tey flestu ferðafólkini við Smyrli, eru við bili.

 

- Eru tvey ferðandi upp á hvønn bilin, ferðast 75 prosent av ferðafólkunum við bilin og tískil er sera tórført at skilja flutningin av bilum og ferðafólki sundur.

 

Men skal Smyril sigla ein túr um dagin, hevði sparingin verið einar 25-35 milliónir krónur í hýrum, olju, havnargjaldi og øðrum.

 

Skal minni ferja útvegast til ferðafólk burturav, verður talan helst um eina ferju á 80 metrar til longdar og sum tekur minst 400 ferðafólk.

 

- Skal túratalið verða tað sama sum nú, má ferjan hava tvær manningar á 15-20 fólk hvør, og tað fer at kosta tilsamans einar 20 milliónir krónur í lønum um árið.

 

Men skal hon sigla seks túrar um dagin á tveir og ein hálvan tíma hvønn vegin, má ein manning helst setast afturat.

 

- Talan kann sostatt verða um 25-30 milliónir krónur í lønarútreiðslum.

 

Men tilsamans fer ein minni ferja uttan iva at kosta meiri enn at Smyril sparir, havnargjaldi, trygging og røkt.

 

- Skal  flutningin á Suðuroyarleiðini býtast sundur millum bilar og farm við Smyrli, og ferðafólk við eini aðrari ferju, fara útreiðslurnar hjá Strandferðsluni sostatt at hækka.

 

Johan Dahl sigur, at skulu fleiri ferðasambandið ímillum Suðuroy og Havnina verða betri, er besta loysnin helst at lata Smyril sigla meiri.

 

- Sum nú er, er sigling avmarkað av hvíldarreglum. Skal Smyril sigla meiri, má manningin leggjast um, eitt nú til sjóvakt.

 

Skal sjóvakt vera við Smyrli, verður tað sjey milliónir dýrari um árið, tí manningin skal økjast.

 

- Hinvegin verður skipið mannað og røkt alt samdøgrið. Yvirtíð, vaktarhald og vasking kundi verið spart og so er Smyril altíð tøkur til sigling, sigur Johan Dahl.