Minni salt í Eystursjónum

Veðurlagsbroytingar elva nú til, at Eystursjógvurin gerst feskari og feskari, og sviar stúra tí fyri, at hetta kann koma at gera enda á toskinum Herfyri segði Sveriges Radio, at sjógvurin í Eystursjónum gerst minni og minni saltur. Hetta er ein avleiðing av teimum veðurlagsbroytingum, ið eru og sum í fyrsta lagi standast av umhvørvisdálking.

Sviar stúra fyri, at tað verður truplari og truplari hjá toskinum í Eystursjónum so hvørt, sum sjógvurin gerst feskari. Í ringasta føri halda sviar, at tað í framtíðini kann gerast ein spurningur um, hvørt toskurin yvirhøvur fer at yvirliva í Eystursjónum.

Blaðið Sydøstran í Svøríki skrivaði eisini herfyri, at vandi nú er fyri, at útróðurin í Svøríki fer at doyggja burtur, um einki verður gjørt.

- Í dag liggja svensku útróðrarbátarnir við bryggju, tá ið veiðisteðgur er, og tá ið líkindini eru vánalig, sleppa teir heldur ikki til útróðrar, skrivar blaðið.

Í Svøríki arbeiða tey tí við einum uppskoti um, at útróðrarfør, sum eru 12 metrar og smærri, skulu fáa sína egnu toskakvotu.