Vágatunnilin kostaði sambært roknskapinum hjá P/F Vágatunlinum góðar 300 milliónir at byggja. Samlaði partapeningurin í felagnum er 106 mió kr., sum tað almenna hevur sett í felagið.
Restin av íløguni er saman við rentum og viðlíkahaldskostnaði goldin við tunnilsgjøldum, soleiðis at tunnilin í næstum er skuldarfríur.
Í Dimmalætting verður víst á, at av teimum 200 mió, sum brúkaragjøldini skuldu fíggjað, eru á leið 50 mió kr. goldin av fólki úr Vágoynni. Sambært blaðnum, ið hevur tøl síni frá tunnilsfeløgunum, so stava góðir tríggir fjórðingar av ferðsluni í Vágatunlinum frá bilum, ið eru skrásettir uttan fyri Vágoynna.
Í Norðoyatunlinum stavar góður triðingur av fersðluni frá bilum, ið eru skrásettir í Norðoyggjum.
Samlaðu íløgan hjá P/F Norðoyatunnilin í sjálvan tunnilin var 370 mió kr. Av hesum eru 235 mió goldnar við partapeningi frá landinum.