Kornheystið royndist ikki so væl í Danmark í ár sum í fjør. Hagstovan í Keypmannahavn sigur, at sambært fyribilstølum heystaðu teir donsku bøndurnir 8,6 milliónir tons av korni í ár ímóti 9,3 milliónum tonsum í 2005. Tað var serliga várbyggið, sum sveik. Minkingin fær tó ikki stórvegis ávirkan á tað fíggjarliga úrslitið hjá bøndrunum, tí prísurin á korni hevur verið nakað hægri í ár enn í fjør. Nógvir bøndur stúrdu av álvara fyri korninum í ár, tí juli var sera turrur, men tað vísti seg at hava minni ávirkan enn væntað.











