Hallið hjá amerikanska ríkiskassanum var átta prosent minni tann fyrsta partin av fíggjarárinum 2010 enn í sama tíðarskeiði í fjør. Tað skrivar Washington Post. Embætismenn, sum blaðið hevur tosað við, siga, at meiri er komið inn í skatti í ár, samstundis sum ríkiskassin hevur brúkt minni pengar til bankar og aðrar fíggingarstovnar.
Sagt verður, at um gongdin heldur sær, verður hallið í hesum fíggjarárinum 1.300 milliardir dollarar ella 300 milliardir dollarar minni, enn stjórnin metti fyri bara tveimum mánaðum síðani.










