Ikki nakar serliga góður føroyskur dagur í næstbestu donsku fótbóltsdeildini í dag.
Heini Vatnsdal er einasti føroyingurin sum kann verða persónliga nøgdur við gongdina. Hann var aftur við frá byrjan tá lið hansara, Fremad Amager leikti javnleik 2-2 á útivølli móti Nykøbing. Fremad Amager var á odda 2-1 í steðginum.
Longu tá fýra minuttir vóru farnir legði Lukas Engel Fremad Amager á odda 1-0. Tá 24 minuttir vóru farnir javnaði Mikkel Dahl fyri Nykøbing. Fýra minuttir seinni var Fremad Amager aftur á sigurskós tá Felix Winther legði Fremad Amager á odda 2-1. Hendan støðan helt sær til átta minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðina. Tá javnaði Mikkel Dahl aftur fyri Nykøbing og tryggjaði heimaliðnum eitt stig.
Viljormur Davidsen kom á vøllin fyri Vejle í tíðini sum dómarin hevði lagt aftrat, tá Vejle á heimavølli vann 1-0 á Vendsyssel FF. Kjartan Finnbogason, ið er sera væl fyri gjørdist aftur sigursmálskjútti hjá Vejle í dag. Sigursmálið var skotið í 87. minutti.
Tað gongur væl hjá Vejle, ið er oddalið í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, men samlaða spælitíðin hjá Viljormi Davidsen er alt annað enn nøktandi sæð við føroysku landsliðsbrillum.
(Constantin Galca er úr Rumenia, og er høvuðsvenjari hjá Vejle. So er spurningurin um tað er ein fyrimunur fyri Rumenia á Tórsvølli leygardagin 12. oktober, at Viljormur Davidsen ikki hevur fingið so nógva spælitíð seinastu vikurnar?)
Mads B. Mikkelsen, ið er av føroyskari ætt og sum hevur roynt seg við føroyska U21-landsliðnum sat á beinkinum hjá Vendsyssel FF allan dystin.
Liðið hjá Finni Justinussen, Roskilde tapti á heimavølli 0-2 móti Viborg. Longu tá 13 minuttir vóru farnir av dystinum var Viborg á odda 2-0. Finnur Justinussen fekk so av øllum illum tað seinasta korterið í álopinum hjá Roskilde í dystinum í dag.
Komandi fríggjakvøld tekur Fremad Amager móti HB Køge. Sama kvøld spælir Roskilde á útivølli móti Fredericia. Komandi dystur hjá Vejle verður leygardagin 19. oktober. Tá tekur Vejle móti Kolding á heimavølli.
Støðan (Livescore.dk) :
1 | Vejle | 12 dystir | 7 | 3 | 2 | 23 - 12 | 24 stig | |
2 | Fredericia | 12 | 7 | 3 | 2 | 26 - 19 | 24 | |
3 | Viborg | 11 | 6 | 3 | 2 | 18 - 10 | 21 | |
4 | Kolding IF | 12 | 6 | 2 | 4 | 23 - 20 | 20 | |
5 | Fremad Amager | 12 dystir | 4 | 5 | 3 | 14 - 14 | 17 stig | |
6 | Nykøbing FC | 12 | 4 | 4 | 4 | 23 - 26 | 16 | |
7 | Vendsyssel FF | 12 dystir | 5 | 1 | 6 | 11 - 14 | 16 stig | |
8 | Skive | 12 | 3 | 5 | 4 | 18 - 20 | 14 | |
9 | Hvidovre | 12 | 3 | 4 | 5 | 18 - 20 | 13 | |
10 | HB Køge | 12 | 2 | 5 | 5 | 14 - 19 | 11 | |
11 | Næstved | 11 | 3 | 2 | 6 | 12 - 17 | 11 | |
12 | FC Roskilde | 12 dystir | 2 | 1 | 9 | 15 - 24 | 7 stig |