Fiskurin, sum kemur upp á land í Hanstholm og verður seldur á uppboði, verður nú allur skildur hjá Hanstholm Samlesentral Eftir at fýra sonevndir samlisentralar hava verið í Hanstholm í Danmark, eru nú bara tveir eftir. Á samlisentralunum verður fiskurin, sum skipini føra til lands, skildur eftir stødd og dygd, áðrenn hann verður bjóðaður út á fiskamarknaðinum.
Fiskurin verður nú skildur hjá Hanstholm Samlesentral, sum er sera væl útgjørdur og effektivur við nútímans skiljimaskinum.
Orsøkin til, at tørvurin á skiljing er minkandi í Hanstholm, er, at minni fiskur kemur upp á land, samstundis sum fleiri skip pakka fiskin umborð.
Tað er Fiskeri Tidende, sum ber hesi tíðindi.










