Úrslitið hjá Tavuni í Leirvík gjørdist munandi lakari í fjør, sammett við 2011.
-Vit eru ikki liðug at gera upp, men yvirskotið verður minni enn helvtina av yvirskotinum í 2011, sigur Jóan Magnus Rasmussen, stjóri.
2011 var eitt sera gott ár hjá Tavuni, bæði í nøgd og pengum á botnlinjuni. Yvirskotið í 2011 var 13 milliónir. Í 2011 tók Tavan ímóti áleið 12.300 tonsum av gulllaksi, meðan virkið tók ímóti 6500 tonsum av gulllaksi í fjør. Harumframt tók Tavan ímóti áleið 1500 tonsum av upsa í 2011, meðan nøgdin av upla lá um 1000 tons í fjør.
-2011 var eitt serligt ár, har vit keyptu rættuliga nógv inn. Í somáta var 2012 meira at rokna sum eitt normalt ár, sigur Jóan Magnus Rasmussen.
Tavan hevur fingið MCS-góðkenningina uppá pláss, og tað er við til at geva stjóranum góðar vónir fyri 2013.
-Jú, útlitini eru í lagi, men nú kunnu vit sjálvandi ikki bara liva av útlitum, sigur Jóan Magnus Rasmussen.
Umleið 50 fólk starvast hjá Tavuni í Leirvík.










