Tað verður ikki so stór ferð á svenska búskapinum næsta ár, sum fíggjarmálaráðið í Stockholm fyrr hevur mett. Fyri fýra mánaðum síðani segði fíggjarmálaráðið, at búskaparvøksturin í 2012 fór at verða 3,8 prosent, men nú sigur ráðið, at vøksturin verður bara 1,3 prosent.
Tað er ikki bara úr Svøríki, at búskapartíðindini eru av tí dapra slagnum. Í USA vísir ein nýggj uppgerð hjá Bureau of Economical Analysis, at búskaparvøksturin har var bara 1,0 prosent í øðrum ársfjórðingi samanborið við fyrsta ársfjórðing. Hetta er nakað minni enn fyrr mett, tí tann fyrra metingin var 1,3 prosent, skrivar Bloomberg News.
Hinvegin vísir tann nýggja uppgerðin, at tann privata nýtslan er vaksin heldur meiri, enn tann seinasta metingin segði.