Magnus Heinason hevur gjørt yvirlitstrolingar í februar og mars.
Minni var at fáa av toski og upsa, í mun til sama túr í fjør, men nøgdin av hýsu var umleið tann sama. Hinvegin var meir at fáa av hvítingsbróðri í øllum higartil kannaðum økjum.
Fiskurin er væl fyri, og nógv nebbasild og hvítingsbróður eru í fiskamagunum.
Endaligu úrslitini verða klár, tá seinna vár-yvirlitstrolingin á Landgrunninum er lokin, tann 21. mars, skrivar Havstovan á hav.fo.
Meira sæst um túrin á www.hav.fo , har túrfrágreiðing sæst.










