Fyrstu kanningarnar av alibrúkum í Vestur-Noregi, og Mið-Noregi vísa, at tað er væl minni av laksalús í Noregi í ár í mun til tey undanfarnu árini. Hetta skrivar norska "Kystmagasinet".
Ein kanning, sum norski havgranskingarstovnurin hevur sent til tað norska mateftirlitið vísir, at talan er um eina munandi minking. Orsøkin til niðurgongdina er eitt samanfall av tiltøkum hjá tí norsku alivinnuni, umframt, at kalda várið fyrr í ár hevur gjørt sítt.
Tað er serliga í landslutinum, Rogalandi, at talan er um eina stóra minking av laksalús í alibrúkunum. Menn vænta tó, at talan verður um eina øking av laksalús teir komandi mánaðarnar, sum hitalagið fer at vaksa.










