Minnast tey farnu í Argja kirkju

Í dag, 1. sunnudag í advent, verður gudstænasta í Argja kirkju, har Argjakórið syngur. Nøvnini á teimum, sum deyð eru í sóknini seinasta árið, verða lisin upp.

 

Henry D. Joensen leggur nú frá sær sum deknur, og Sólrun Gleðisheygg tekur við.

 

– Kirkjukaffi verður aftaná. Øll eru hjartaliga vælkomin, heilsar Bergur Debes Joensen, prestur.