Minnast tey deyðu í ferðsluni

Í dag er minningardagur teirra, sum deyð eru í ferðsluni. Síðani seinasta minningardag teirra deyðu í ferðsluni eru níggju fólk deyð.

Í dag er minningardagur teirra, sum deyð eru í ferðsluni. Síðani seinasta minningardag teirra deyðu í ferðsluni eru níggju fólk deyð.

 

Í dag er dagurin, har vit steðga á og minnast tey, sum doyðu í ferðsluni, og tey sum liva við missinum.

 

– Síðani Minningardagin í fjør eru níggju deyð – ein kvinna og átta menn. Ein og hvør álvarslig ferðsluvanlukka er ein ov nógv. Níggju deyð er eitt alt ov høgt tal, skrivar Ferðslutrygd.

 

Verður samanborið við okkara grannalond seinastu árini, eru flest deyð í ferðsluni í Føroyum í mun til fólkatalið. Í Danmark, Noregi og Svøríki eru umleið 3-3,7 deyð seinastu árini fyri hvørjar 100.000 íbúgvar.

 

Higartil eru 281 føroyingar deyðir á føroysku vegunum. Tað er vanlukkuligt at missa fólk í ferðsluni fyri eitt samfelag – og fyri eitt lítið samfelag sum Føroyar, verða øll ávirkað. Fyri at fáa broytt gongdina krevst, at allir viðkomandi partar eru tilvitaðir og raðfesta sín leiklut í ferðslutrygdini.

 

Tíðliga sunnumorgunin fara sjálvboðin, teirra millum limir í felagnum Føroya Ellisakfør, runt at leggja blómutyssi út har ferðsluvanlukkur, sum hava kravt mannalív, hendu.

 

Minnast tey vit mistu

Endamálið við tiltakinum er í fyrra lagi at fyribyrgja ferðsluvanlukkur og í øðrum lagi at fáa okkum øll at steðga á eina løtu og hugsa um tey, vit hava mist og tey sum sita eftir.

 

Tiltakið er stuðlað av Ráðnum fyri Ferðslutrygd, fyritøkum og einstaklingum. Tað var Ingi Gunnarsson, sum fyrstu ferð í 2000 tók stig til at leggja út blómutyssi fyri á stillføran hátt at minnast tey ið lótu lív á føroysku vegunum.  Hann samskipar framhaldandi tiltakið í samstarvi við sjálvbodnari arbeiðsmegi.

 

Í ár verður Minningardagurin sjónligur aðrastaðni enn í vegjaðaranum. 281 pør av skóm verða nevniliga sett á torgið í SMS: Einir skógvar fyri hvønn mann, hvørja kvinnu og hvørt barn, sum eru deyð í ferðsluni, síðani tann fyrsti doyði í vanlukkku á Varmakeldueiði 2. september í 1928. Hetta átak verður eisini at síggja í bløðunum.

 

Átakið við skóm verður skipað í samstarvi millum Tryggingarfelagið Føroyar og Ráðið fyri Ferðslutrygd.

 

Lesið eisini grein í Sosialinum:

 

TAÐ SKAL BARA EIN VÁTTLIGUR TÚRUR TIL,

 

sum er samrøða við foreldrini hjá Rana í Billustovu, sum doyði í ferðsluvanlukku í Oyndarfirði triðja jólamorgun í fjør.