Minnast tey deyðu í ferðsluni sunnudagin

- Vit vóna, at minningardagurin er við til at broyta ein hugburð til bilar, ferð og ferðslu, sigur Ingi Gunnarsson, stigtakari til minningardagin

Tankin um at velja ein dag um árið sum minningardag teirra deyðu í ferðsluni er gamal, men fyri tveimum árum síðani tóku havnarmaðurin Ingi Gunnarsson og onnur seg saman og gjørdu álvara av. Í samráð við Ráðið fyri Ferðslutrygd varð fyrsti sunnudagur í juli valdur til minningardag. Sunnudagin komandi verður hesin dagur sostatt hildin á triðja sinni. Stigtakararnir við stuðli frá stovnum, eitt nú Ráðnum fyri Ferðslutrygd, leggja hendan dagin blómur á støð, har fólk eru deyð í ferðsluni, og avvarðandi og onnur minnast tey mongu, sum eru farin í ferðsluni í Føroyum. Endamálið er ikki bert at minnast tey mongu farnu, men eisini, at stigtakararnir vilja minna fólk á, at á ávístu støðum hava fólk mist lív í ferðsluni.
- Vit hava valt blómur, tí tað er ein vakur og siðiligur máti at minnast fólk. Høvdu vit ístaðin sett kross ella skelti á støðini, sum stóðu altíð, høvdu tey ikki havt somu ávirkan sum blómur. Blómurnar gera vart við henda einstaka dagin í árinum, tveir-tríggjar dagar seinni eru tær følnaðar, og tiltakið verður tikið upp aftur av nýggjum árið eftir. Tað er tann fyribyrgjandi tankin, sum liggur okkum fremst, og vit vóna, at minningardagurin er við til at broyta ein hugburð, sigur Ingi Gunnarsson.
Síðani 1928 eru 240 fólk farin í ferðsluni í Føroyum, men av ymsum grundum hava stigtakararnir valt at avmarka minningartakið til 1970.
- Grundin er lutvíst, at tað í fleiri førum er trupult at áseta neyvt, hvar fleiri ferðsluvanlukkur áðrenn 1970 hava verið, og lutvíst, tí at peningaupphæddin, vit hava at arbeiða við, er avmarkað. Tey eru eisini mong, sum hava mist heilsuna í ferðsluni, men tey hava vit ikki orku til at umfata í minningartiltakinum. Hinvegin vóna vit, at dagurin í sjálvum sær minnir á álvaran í ferðsluni, sigur Ingi Gunnarsson.
Fyri 25 árum síðani kom Ingi Gunnarsson út fyri eini álvarsligari ferðsluvanlukku. Skaðin var stórur bæði á Inga og bil. Hevði hann ikki sitið í trygdarbelti, sum tá ikki var kravt við lóg, er hann sannførdur um, at hann ikki hevði yvirlivað.

MYND: FRÁ MINNINGARDEGNUM
Myndatekstur: Sunnudagin verða blómur lagdar á støð, har fólk eru deyð í ferðsluni. Savnsmynd