Í sambandi við at tað eru liðin 150 ár síðan miðvingarnir Olivar á Ryggi og Rasmus Rasmussen vórðu bornir í heim, verður minnisløta við fyrilestrum, sangi og upplestri í
Miðvágs kirkju mikukvøldið 14.09 kl. 19.00.
Jákup Reinert Hansen gudfrøðingur, Phd og lektari í føroyskari kirkjusøgu, og Guðrun Gaard Phd. í norðulendskum bókmentum, og abbadóttir Rasmus, halda fyrilestur og hugleiða um merkismennirnar Olivar og Rasmus.
Vágaprestarnir, Inga Poulsen Dam og Marjun í Kálvalíð, lesa upp, og sungnir verða sálmar og sangir eftir teir báðar. Drekkamunnur verður í steðginum, siga stigtakararnir.