Minnast Mass í Glitnir

Hósdagin 14. september doyði basspælarin í Knarvum, Mass Ingi Jensen í Nólsoyarfirði 51 ára gamal. Knarvar hava ikki spælt tey seinastu 10 árini, men Mass skipaði fyri at samla Knarvar saman aftur til eitt kvøld í Glitnir komandi leygarkvøld 23. september. Men mongun brestir ætlan. Hann doyði, áðrenn hetta dansikvøldið kom. Men teir eftirlivandi Knarvar ætla ar fullføra kvøldið, sum Mass skipaði fyri, til minnis um hann.

 
Mass var virkin í tónleiki síðan einaferð í 70árunum, og í eini 10 ár var hann basspælari og oddamaður í Knarvum. Bólkurin hevði ymsar manningar, men í nógv ár var manningin Arnbjørn Sivertsen og <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Ey?un Hansen á&quot;$?$end$!$Eyðun Hansen á</st1:PersonName$?$end$!$ gittara, Jonleif Jensen á trummum, Sámal Ravnsfjall sang og Mass á bassinum.<BR>Teir sum fara at spæla í Glitnir leygarkvøldið verða Arnbjørn Sivertsen, Kolbein Simonsen, Jóhan Petur Andreassen og Henning Nicodemussen. Harafturat koma <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Ey?un Hansen og&quot;$?$end$!$Eyðun Hansen og</st1:PersonName$?$end$!$ Jonleif Jonleif Jensen at hjálpa til umframt kanska aðrir gamlir Knarvar. Hetta kvøldið eitur orkestrið Senil Satyriasis, hetta er navn, ið Mass valdi.<BR>Við Massi mistu Føroyar enn ein tónleikara, og harvið fylgdi Mass monnum sum Sven Brimheim, Kára av Reyni og Karl Anton Klein sum allir eru farnir í ár.
Mass hevur seinnu árini m.a. spælt gittar við Spælimonnunum í Nólsoy,  men hevur eisini luttikið á onkrari útgávu. Millum annað spældi hann bass á plátuni hjá Teimum Glataðu Spælimonnunum, Gluggamynd.