Leygardagin frá klokkan tvey seinnapartin til klokkan tvey um náttina verður serligt minningarhald fyri rocksangaranum Lemmy Kilmister á stammbarrini hjá honum í West Hollywood í USA.
Lemmy var fastur gestur á The Rainbow Bar And Grill á Sunset Strip, og har hava tey sett allan leygardagin av til at minnasta sangaran í Motorhead, sum doyði beint fyri ársskiftið.
Sambært teimum, sum skipa fyri, eru øll vælkomin at verða við í minningarhaldinum, men millum klokkan 17 og 21 verður barrini latin aftur fyri almenninginum og brúkt til eitt minningarhald fyri innbodnum.
The Rainbow Bar And Grill er ikki nakað stórt stað, og tí verður allur vegurin – og onnur støð á vegnum – brúkt til at stuðla undir minningarhaldið, tí roknað verður við nógvum fólki.

Minnast Lemmy á barr





