Minnast Holocaust mánakvøldið

Mánakvøldið skipar vinafelagið Føroyar-Ísrael fyri minningarhaldið um Holocaust

 

 

1. november 2005 samtykti ST einmælt við støði í Mannarættindasáttmálanum og Fólkadrápssáttmálanum frá 1948, at 27. januar skuldi vera altjóða minningardagur um Holocaust undir seinna heimsbardaga og øll onnur fólkadráp frammanundan og síðan. Samstundis heitti ST á øll lond um at seta dagin í gildi sum almennan minningardag, soleiðis at komandi ættarlið kunnu læra av søguni og forða fyri, at fólkadráp aftur vórðu framd. 

 

Undir seinna heimsbardaga vórðu 6 milliónir jødar týndir, umframt at fólk úr øðrum minnilutabólkum eisini vórðu týnd. Fyri at minnast henda sorgarleik, er ásettur ein altjóða dagur til minnis um Holocaust. Tann 27. januar 1945 kom Reyði herurin hjá Sovjettsamveldinum til týningarleguna í Auschwitz og setti jødarnar har í frælsi. 

 

Minningarhaldið mánakvøldið verður á Østrøm í Havn, og tað byrjar klokkan 19.30. Á skránni er sangur við Heina Lutzen. Róland í Skorini greiðir frá um Holocaust, eins og myndir og bøkur verða sýndar fram.