Saman við umleið 3.000 fyrrverandi hermonnum luttóku vóru amerikanski forsetin, barack Obama, og frabnski starvsbróður hansara, François Hollande, á minningarhaldi við kirkjugarðin í bygdini Colville-de-Mer, har 9.387 amerikanskir hermenn liggja jarðaðir. Kirkjugarðurin er stutt frá Omaha Brach, har nógvir amerikanskir hermenn fullu undir innrásini.
70 ára minningarhaldið í Colville-de-Mer nyrjaði við franska og amerikanska tjóðsanginum.
-Frakland fer ongantíð at gloyma, hvussu nógv tað hevur hesum hermonnum fyri at takka. Frakland fer ongantíð at gloyma, hvussu nógv tað hevur USA fyri at takka. Frakland fer ongantíð at gloyma tað samhaldsfesti, sum er millum okkara lond segði franski forsetin, François Hollande, í sínari røðu á minningarhaldinum.
Barack Obama segði, at minningarhaldið er fyriskipað til at minnast, hví so nógvir ungir hermenn lótu lív fyri frælsi.
-Tað var á hesum strondum, at ein bylgja fyri og onnur eftir av ungum hermonnum kom í land fyri at tryggja frælsi fyri fólk, sum teir ongantíð høvdu sæð. Tá heimurin gerst ov óndsinnaður, eigur tú at steðga á og at hugsa um hesar menninar. Tá tú hevur hug at missa ta seinastu vónina, skalt tú steðga á og hugsa um hesar menninar, segði Barack Obama millum annað í røðu síni.
Seinnapartin er altjóða minningarhald í Normandínum, og tá eru ikki færri enn 18 ríkisleiðarar hjástaddir, teirra millum russiski forsetin, Vladimir Putin.