Sum borgarstjórin í Havn lovaði, tá minkurin endiliga var handtikin og skotin, so er minkurin nú útstappaður.
Tað er Jens Kjeld Jensen í Nólsoy, sum hegnisliga hevur útstappað minkin, sum borgarstjórin nú
hevur standandi á skriviborðinum.
Minkurin verður tó ikki standandi leingi har, tí bæði skúlar og barnagarðar hava biðið um at
fáa vitjan av minkinum, sum fyrsta dagin fer á rundferð.











