Í farnu viku bórust tey tíðindi, at ein minkur var komin í land av Norrønu. Enn er hann ikki fangaður, men er nú sæddur.
Nógv hevur verið gjørt fyri at fáa fatur á hesum minki, men enn er hetta ikki eydnast.
Fólk hava hildið seg síggja minkin á ymiskum støðum, eins og fellur eru settar upp. Alt uttan úrslit.
Seinnapartin í dag varð so boðað frá, at onkur hevði sæð minkin í hesum føri á økinum hjá Tórshavnar Havn.
Spurningurin er nú, um tað fer at bera til at fáa fatur á honum og avlíva hann.