Nú er hásummar og tá plaga gistingarhúsini kring landið standa at bresta. Men soleiðis hevur ikki verið hesi bæði seinastu árini.
Ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni vísir, at í mai í ár vóru útvið 10.500 gistingar á gistingarhúsunum kring landið og tað eru 40 prosent minni enn tað var í 2019, sum var eitt vanligt, Men afturímóti í fjør, tá korona hevði lagt tað mesta av heiminum lamnan, er talið á gistingum heili 260 prosent størri í mai í ár enn tað var í mai í fjør. Sostatt eru gistingarnar í mai í ár, næstan 7.600 fleiri í tali enn tær vóru í mai í fjør.
Yvirlitið hjá Hagstovuni vísir, at tað serliga er talið á danskarum, sum er nógv størri í ár enn tað var í fjør. Í mai í ár høvdu danskarar 3.283 gistingar í Føroyum og tað eru 2.738 gistingar, ella heili 492 prosent meiri enn í mai í fjør
Men annars hava føroyingar, sum ferðast í egnu landi eisini gjørt mun tí í mai í ár høvdu føroyingar helvtina av øllum gistingunum. Í mai í ár høvdu føroyingar 5.430 gistingar á gistingarhúsunum kring landið og tað eru 185 prosent meiri enn í mai í fjør.










