Útflutningurin fyri mánaðirnir januar til oktober 2007 vísir, eina minking uppá 5 prosent, í mun til sama tíðarskeið í fjør.
Tøl frá Hagstovuni vísa, at tilsamans er útflutt fyri góðar 3 mia. kr. higartil í 2007. Hetta er ein minking uppá 5 prosent í mun til sama tíðarskeið í 2006. Tað er serliga alifiskur ið framhaldandi veksur nógv í mun til sama tíðarskeið 2006.
Hinvegin er útflutningsvirðið av uppisjóvarfiski og øðrum vørum nógv minkað. Verða skip og aðrar vørur ikki taldar við, er útflutningsvirðið av fiskavørum minkað við 3 prosentum í mun til sama tíðarskeið 2006.