Í tíðindaskrivi frá Vinnuhúsinum verður m.a. sagt, at Føroya Havbúnaðarfelag fer nú undir eina verkætlan, sum hevur til endamáls at minka um vandan fyri fiskasjúkum, og árinini av teimum á alivinnuna.
Í apríl í ár var fiskasjúkan ILA á fyrsta sinni staðfest í Føroyum. Henda sjúka hevur gjørt nógv um seg í grannalondunum, og tí fekk alivinnan í Føroyum ein hvøkk.
»Verkætlanin um sjúkufyribyrging« hevur ikki beinleiðis nakað við ILA- tilburðin í vár at gera - ætlanirnar um verkætlanina vóru klárar áðrenn ILA varð staðfest.
Binda um heilan fingur
Tilburðurin av hesari álvarsomu sjúku ger verkætlanina enn meira viðkomandi, og strikar undir at »best er at binda um heilan fingur.« Hetta sigur formaðurin í Havbúnaðarfelagnum, Hans Jacobsen.
Verkætlanin hevur til endamáls at kanna sjúkuviðurskiftini í Føroyum, so betrast kann um eftirlitið við fiskasjúkum. Við støði í kanningunum, ber til at nútímansgera og effektivisera smittu-fyribyrgjandi tiltøkini í alivinnuni.
Serligur dentur verður lagdur á at minka um breiðslu av sjúku millum klekistøðir, smoltstøðir og alistøðir á sjónum ? og somuleiðis spjaðing av smittuevnum frá slátur- og framleiðsluvirkjum til aliøkir. Ætlanin er at koma við uppskotið um nakrar smittufyribyrgjandi meginreglur fyri bygna og rakstur av ymisku pørtunum í vinnuni. Hesar verða síðani lagdar fyri Landsdjóralæknan, ið er myndugleikin á økinum. Tað er so upp til myndugleikarnar í samráð við vinnuna at avgera, hvat av hesum verður sett í verk.
Ein arbeiðsbólkur við fólki umboðandi Havbúnaðarfelagið og serkunnleika innan fiskasjúkur skal fylgja verkætlanini og tað er norska felagið VESO (Vetrinærmedisinsk Oppdragssenter AS), sum hevur fingið uppgávuna, at gera arbeiðið. Havbúnaðarfelagið hevur fingið stuðul av játtani til havbúnaðarroyndir til umrøddu verkætlanina, skrivar Vinnuhúsið.










