Árinskanning
Arbeiðsbólkurin, sum SEV setti at kanna árinini á Funningsfjørð, sigur, at síðan 2001 eru umleið 40% av áarvatninum, sum áður rann í innasta part partin av Funningsfirði, tikið til streymframleiðslu.
- Vit hava kannað árinini av hesum inntrivi á fjørðin í fýra pørtum, nevniliga 1) rák og útskifting, 2) gróður og oksygen, 3) botndýr og botnviðurskifti og 4) vøkstur í sjóvarmálanum.
Minni útskifting
Arbeiðsbólkurin sigur í síni niðurstøðu, at útskiftingin av vatninum á Funningsfirði er minkað nakað, og at gróðurin er øktur týðiliga summi ár, men lítið onnur ár. Hinvegin eru nøgdirnar av oksygeni í sjónum so gott sum ikki ávirkaðar og eygleiðingar higartil hava ikki kunnað staðfest broytingar á botni ella í sjóvarmálanum.
- Ávirkanin er størst innarliga á Funningsfirði, og í miðal er útskiftingin av sjógvi tvørtur um grynnuna minkað við 11-14%, men saltinnihaldið í fjørðinum er tó ikki ávirkað stórvegis.
Arbeiðsbólkurin sigur, at minkaða útskiftingin ávirkar týðiliga gróðurin ella framleiðsluna av plantuplankton í fjørðinum.
- Tó er ávirkanin skiftandi og er størst tey árini, tá ið nógv tøðevni er á landgrunninum.
Víst verður á, at eitt miðal ár til veður, kann árligi gróðurin økjast eini 18%, tá ið nógv tøðevni er á landgrunninum og við eini 7%, um lítið er av tøðevnum.
- Sum vera man, er ávirkanin størst um summarið. Í juli kann gróðurin í innasta parti av fjørðinum økjast eini 27%, um nógv tøðevni rekur inn og upp til eini 18%, um lítið er av tøðsøltum í sjónum, sum rekur inn.
Arbeiðsbólkurin sigur, at ávirkanin longri úti á Funningsfirði er minni.
Ikki endaligt
Tey fimm í arbeiðsbólkinum við Eilifi Gaard, sum starvast á Fiskirannsóknarstovuni sum samskipara, vísa á, at botndjór, evnafrøðilig viðurskifti á botni og vøkstur fram við sjóvarmálanum er kannað í 2001, 2002 og 2003.
- Hesar kanningar benda ikki á broytingar, sum hava samband við Eiði 3 inntrivi, sum tikið verður til.
Men, sigur arbeiðsbólkurin at enda í niðurstøðuni:
- Fyri at kanna eftir, um ávirkan kann standast av tøkuni av umleið 40% av vatninum yvir longri tíð, verða hesar kanningar endurtiknar í ár og sostatt verða endaligu niðurstøðurnar um botnin og lívið fram við sjóvarmálanum gjørdar, tá ið úrslitini frá hesum kanningum eru tøkar, siga tey fimm í arbeiðsbólkinum, sum SEV setti at kanna árinini av vatnorkuútbyggingini.