Mini XXL limousina

Longdar limousinir hava higartil verið eitt sereyðkenni fyri USA, men til Olympisku leikirnar í Grikkalandi í fjør høvdu BMW gjørt ein longdan Mini við innbygdum svimjihyli og trimum akslum.

Til Olympisku leikirnar í Athen í fjør varð hendan Mini XXL limousinan við innbygdum svimjihyli nýtt til OL-luttakarar, ið vitjaðu Mini Galega Club sunnan fyri Athen.

Bilurin er 6,30 m langur, og bygdur yvir Mini Cooper S. Hann er umbygdur hjá eini fyritøku í Los Angeles, har serfrøðingar í at uppbyggja limousinir hava gjørt bilin, sum hevur fingið ein triðja aksil og hevur sostatt 6 hjól.

Innan er bilurin eins væl útgjørdur og tær luksus limousinir vit kenna frá t.d. amerikanskum filmum.