Mini-tónleikarar úr átta londum til finalu í Føroyum

Altjóða finala verður í Norðurlandahúsinum í næstu viku

Í næstu viku verður eitt serstakt tiltak í Norðurlandahúsinum. Tá verður nevniliga altjóða Minifiddlers strúkara-finalukonsert í Norðurlandahúsinum, og har fara 35 børn í aldrinum 7-9 ár at spæla. Og tey eru úr níggju londum, nevniliga úr Føroyum, Finnlandi, Danmark, Týsklandi, Onglandi, Ísrael, Suðurkorea, Avstralia og úr Alaska.

 

Tey seks børnini í Føroyum, og hini børnini í Norðurlondum, fara at venja í Norðurlandahúsinum í næstu viku og tiltakið endar so við eini finalukonsert næsta sunnudag.

 

Hetta eru børn, sum violinspælarin, Géza Szilvay, úr Ungarn, hevur havt á einum tríára fjarundirvísingarskeiði, har hann eina ferð um vikuna á sjónvarpsskermi hevur undirvíst smábørnum víða um heim eftir sínum serstaka undirvísingarhátti, har næmingarnir m.a. fáa lærdómin inn bæði gjøgnum oyru og eygu.

 

Tey siga, at altjóða ansurin fyri hesum tiltaki er stórur, við tað at fleiri enn hálvthundrað foreldur, lærarar, stjórar, fyriskiparar, og onnur áhugað, koma higar í sambandi við endabrestin.