”L” stendur fyri Large, tí talan er um ein stóran Fiat 500, sum nú fæst í nógvum ymiskum útgávum. Fiat 500L, sum er ein 5-persónabilur, er 414 cm langur í mun til vanliga Fiat 500, sum er 355 cm, og 178 cm breiður í mun til vanliga Fiat 500 sum er 163 cm. Bilurin er gjørdur við Fiat 600 Multipla frá 1956 sum fyrimynd. Fiat 500L verður gjørdur á eini nýggjari Fiat verksmiðju í Kragujevac í Serbia og kemur á marknaðin seinni í ár í bæði bensin- og dieselútgávum.