Míni hjartamál

EITT FRÆLST OG RÚMLIGT SAMFELAG

 

Eg fari at arbeiða fyri einum inkluderandi og rúmligum samfelag, har allir borgarar hava tað gott. Vit skulu bæði hava persónligt, vinnuligt og tjóðskaparligt frælsi í Føroyum.

 

BÚSTAÐIR

 

Vit skulu byggja fleiri bústaðir, serliga til ung og eldri. Og tað skal gerast lættari at búseta seg á bygd. Ein húsalánsgrunnur skal setast á stovn. Vit skulu forða spekulatión í fastogn.

 

SAMFERÐSLA

 

Bygdaleiðir og oyggjaleiðir skulu hava høga raðfesting, og túratalið skal lagast til tørvin hjá íbúgvunum – eisini til tørvin hjá børnunum og teimum ungu.

 

BÚSKAPURIN

 

Vit skulu hava stýr á útreiðslunum, so nýhugsan og nýskipanir skulu til. Og ovurhonds stóru tilfeingisvirðini skulu koma vælferðarsamfelagnum og vanliga føroyinginum til góðar.

 

MENTAN OG LIST OVAST Á POLITISKU DAGSSKRÁNNA

 

Vit skulu hava ein sterkan mentanarpolitikk, sum tryggjar okkara skapandi fólki góð arbeiðskor. Kreativu vinnurnar eru millum skjótast vaksandi vinnur í heiminum. Og vit skulu gera nógv meira, fyri at fáa føroyska mentan og list út í heim.

 

STEÐGA FRÁFLYTINGINI

 

Vit skulu hava eitt spennandi útboð av útbúgvingarmøguleikum, fleiri lestraríbúðir til lesandi og eitt kampus, sum skapar karmar um samanhald og trivnað millum tey lesandi. Og eitt væl virkandi universitetsbókasavn.

 

ATKOMUMØGULEIKAR

 

Brek sáttmálin hjá ST, sum Føroyar tóku undir við í 2009 skal virðast. Tað merkir, at bygningar, sum eru opnir fyri almenninginum, skulu vera atkomiligir hjá øllum.

 

Fyri teg, fyri meg og fyri Føroyar

 

X við Vígdis Bjarnadóttir