Liverpool hevur keypt japanska Takumi Minamino frá Red Bull Salzburg, sum spælir í bestu deildini í Eysturríki. Hann er kunngjørdur, men kann ikki spæla fyrr enn eftir ársskiftið.
Miðlar sum The Atletic siga, at Liverpool metir Takumi Minamino vera verdan áleið 175 milliónir krónur, men at ein treyt í sáttmálanum ger, at Liverpool kann keypa hann fyri so lítið sum 65 milliónir krónur.
Takumi Minamino vísti góðar taktir í Champions League dystunum móti Liverpool. Hann er álopskendur spælari, sum er kvikur og sterkur á bóltinum. Mett verður, at hann passar væl til spælistílin hjá Liverpool og ein kærkomin breiddarspælari, sum kann avloysa eitt nú Mohamed Salah og Sadio Mané, ið spæla at kalla hvørja ferð.
Liverpool skal í morgin spæla móti brasilska Flamengo í HM-finlauni fyri lið. Tað verður so uttan Takumi Minamino, men við Vrigil van Dijk. Miðverjin spældi ikki í hálvfinaluni móti meksikanska Monterrey, tí hann var sjúkur. Dysturin verður klokkan 17.30.