Løgmaður fer ikki at loysa Jørgen Niclasen úr starvi. – Nú má Føroya Rættur tala, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Avgerðin elvir til harða mótstøðu innanfloks í Sambandsflokkinum
Kaj Leo Holm Johannesen var avgjørdur í samrøðu við Rás2 fyri løtu síðani.
– Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur tikið tað óvanliga stóra stigið, sum er at draga fjølmiðlar í rættin. Mín rættvísiskensla sigur mær, at nú eiga vit at bíða eftir eini niðurstøðu úr rættinum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
– Eg kann ikki, í óðum verkum, koyra ein landsstýrismann úr starvi vegna eitt 20-25 ára gamalt mál. Tað meti eg ikki vera rætt, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, sum harvið gongur ímóti sínum egna tingbólki.
Tá misálit varð reist móti Jørgen Niclasen í løgtinginum heitti ein samdur tingbólkur hjá Sambandsflokkinum á løgmann um at loysa málið.
Helgi Abrahamsen, sum saman við Reimundi Langgaard atkvøddi fyri misálitinum á landsstýrismannin í fíggjarmálum, er sera vónbrotin av støðuni hjá sínum floksformanni.
– Eitt rættarmál kann svara nógvum juridiskum spurningum. Men eitt rættarmál loysir ikki tann politiska trupulleikan, sum samgongan stendur í, sigur Helgi Abrahamsen.
Løgtingsmaðurin vísir á, at var ein samdur tingbólkur hjá Sambandsflokkinum, sum bað løgmann loysa málið. Men síðani hevur tingbólkurin ikki hoyrt aftur frá løgmanni.
Hóast løgmaður í dag ger beint ímóti tí, sum Helgi Abrahamsen heldur vera tað rætta at gera í sonevnda ”tollmálinum”, so ætlar løgtingsmaðurin hvørki at fara úr samgonguni ella Sambandsflokkinum.
– Nei, eg havi gjørt mína støðu greiða, bæði í flokkinum og til misálitið í løgtinginum. Meira fái eg illa gjørt, sigur Helgi Abrahamsen.
Les eisini:
Bárður Nielsen: Løgmaður niðurger Sambandsflokkin
Helgi Abrahamsen: Eg eri vónbrotin av løgmanni
Hoyr eina longri samrøðu við Helga Abrahamsen og Kaj Leo Holm Johannesen við at trýsta á pílin undir myndini.