Mimir nú á Facebook

Gamla skeinkistaðið á Varðagøtu 2 er nú farið á Facebook.

Mangt umbroytist á mansins ævu, og við sosialu miðlunum ganga broytingarnar uppaftur skjótari enn nakrantíð áður.

 

Alsamt fleiri fólk, fyritøkur, stovnar og feløg hava flutt seg út á sosialu miðlarnar. Nú um vikuskiftið kom ein verulig institutiónunum í náttarlívinum í Havn út á Facebook. Talan er um gamla frítíðarfelagið ella ølklubban, um tú vilt, Mimir.

 

Mimir líkist sær sjálvum og liggur enn í Varðagøtu 2. Hóast tíðin er farin frá klubbunum, og Mimir nú er eitt skeinkistað í kapping við øll hini í býnum, so hevur Mimir megnað at hildið virksemið koyrandi uttan stórar broytingar, har er poolborð, livandi tónleikur og sjarma, akkurát sum fyrr.

 

Men eisini Mimir flytir seg, og hetta lopið út á sosialu miðlarnar má metast sum ein tílík flyting.

 

Til ber at vitja Mimir á Facebook her