Mánadagin og týsdagin vitjaði hon Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum. Høvuðsorsøkin til vitjanina hjá Mimi Karlsen er, at í vetur fekk hon handað eitt fjølmiðlaálit, sum viðger støðuna hjá grønlendsku miðlunum í dag. Í álitinum verður m.a. nógv gjørt burtur úr málspurninginum í grønlendsku miðlunum, har danskt hevur ein nógv størri leiklut, enn vit kenna til í føroyska fjølmiðlaheiminum nú á døgum. Í hesum sambandi varð skipað fyri fundi í Kringvarpinum, har grønlendski ráðharrin hitti umboð fyri føroyskar fjølmiðlar og Málnevndina, og greitt varð frá, hvønn týdning føroyska málið hevur í føroyskum fjølmiðlaarbeiði.