Tríggir teir kendastu og mest royndu dómararnir í Danmark gevast nú við dómarayrkinum. Kim Milton Nielsen, Knud Erik Fisker og Knud Stadsgaard falla allir fyri aldursmarkinum hjá danska fótbóltssambandinum, sum er 45 ár. Kim Milton Nielsen er tann av teimum trimum, sum er komin longst sum dómari. Hann hevur í nógv ár verið ein tann mest nýtti dómarin til altjóða stórdystir, men seinni í hesum mánaðinum dømir hann sín seinasta dyst, tá ið Brøndby og SønderjydskE spæla á Brøndby Stadion. Áðrenn tað skal hann eisini døma steypafinaluna ímillum Esbjerg og Randers.