Esperanto
Jeffrei Henriksen
Vit taka t.d. leitorðið 'adori'. So kunnu vit burtur úr tí gera orð sum adoro, adora, adore, adoranto, adorato, adorado, adorinda, adoreco, adorema, adorigi, ekadori, readori og mong, mong onnur.
Við at lesa esperanto fært tú m.a. soleiðis eina venjing í á ikki sørt øðrvísi hátt enn vant, at fata onnur mál og eisini títt egna móðurmál.
Við tað at flestu røturnar í orðunum byggja á indo-evropiskan uppruna, verður mangan spurt, hvussu esperanto verður móttikið, har ið onnur mál enn indoevropisk verða talað. Til hetta er at siga, at esperanto verður væl móttikið eisini eitt nú í Ásia, m.a. tí at esperanto er eins og so mong málini har eitt samsetingarmál (agglutinerandi mál), t.e. at røturnar verða samansettar óbroyttar í nýggj orð. Tí kennist esperanto eisini heimligt í Ásia. Og eisini tí rúmar okkara orðalisti, Esperantobókin II, almongum fleiri orðum enn leitorðunum. Tú ert kanska í teirri støðu at skula týða úr esperantoteksti orðið 'infanvartejo', leitar undir í orðalistanum og finnur bert orðini infana, infanaro og infano. Men so er greitt, at 'infan-' merkir 'barn-', og so er at leita eftir seinna orðliðinum '-vartejo'; 'varti merkir "ansa eftir, røkja". So er tað '-ejo': -ej er eftirskoyti fyri 'stað'. Og veitst tú ikki, hvat endingin -o merkir, so finnur tú undir <o>, at hetta er navnorðsending. 'Infan-vart-ej-o' merkir sostatt "stað har ið ansað verður eftir børnum." Men dugdi tú esperanto frammanundan, so skilti tú væl merkingina fyrstu ferð, ið tú komst fram á hetta nýggja orðið - beinraknari enn, hvat ein "vøggustova" merkir.
MYND: Jeffrei Henriksen










