Millumskúlaflokkur umleið 1930

Færøernes Mellem- og Realskole

Mynd í sambandi við framsýningin av millum- og realskúlanæmingum hjá Jórunn Dánjalsdóttir, sum verður um ólavsøkumundið í Kommunuskúlanum.


Hendan myndin er tikin uttan fyri fimleikarhøllina umleið 1930. Genturnar standa við ein træpall.


Vinstrumegin træpallin f.v.: Fía Debes, Birthe Christensen, Vigga Cohr-Nielsen, lærari, og Sólrun Winther (gift Holm).


Aftan fyri træpallinf.v.: Dagny Niclasen (gift Follend), Torbjørg Winther (gift Holm), Lena Nicolajsen (gift Nielsen) og Hanna Reinert (gift í DK).


Høgrumegin træpallin f.v.: Anna (búði í Tórsgøtu), Berghild Breckmann, Mia Weihe, Else Busk (dóttir yvirlærara í realskúlanum) og Arnóra Evensen (gift Bergstedt)


Sitandi á træpallinum, f.v.: Ása Mortensen (gift Vágsheygg) og Lilly Jensen.


Myndamaður var Hessensmith, sum var stjóri í Føroya Banka.


Um onkur veit meira um hesa myndina og t.d. veit hvussu Anna, sum búði í Tórsgøtu, eitur til eftirnavn ella hevur okkurt at viðmerkja, er viðkomandi vælkomin at kontakta Jórunn Dánialsdóttir. Adressan er Sílagøta 3, FO-100 Tórshavn. Tel. 316024 /226024 ella 0045 30 69 77 92.


Realskúlamyndir kunnu latast til Jórunn ella latast ”navnmerktar” til Wrangler Shop í N. Finsensgøtu 23 (tel. 314710).


Myndaeigari: Forminnissavnið