Millumskúlaflokkur í 1964

Færøernes Mellem- og Realskole:

Í sambandi við eina framsýning sum verður á ólavsøku í ár í gamla realskúlanum í Havn leitar Jórunn Dánialsdóttir eftir myndum av lærarum og mæmingum í “Færøernes Mellem- og Realskole” í tíðarskeiðnum 1916 til 1966. Jórunn heitir á tey, sum eiga myndir frá hesum tíðarskeiði, um at ringja til sín á tel. 316024 ella 226024. Myndirnar kunnu eisini latast inn ”navnmerktar” í Wrangler Shop í N. Finsensgøtu 23 (tel. 314710).    
 
Tey sum gingu í millumskúlaflokkinum 4.b í 1964: Borghild Køtlum, Arnbjørn Borgarlíð, Carl Johannes í Stórustovu, Hjalti Skaalum, Óli Reinert, Helgi Fossadal, Rólant í Skorini, Arni Rein, Páll Sumberg Olsen, Pauli Mortensen, Eyðbjørg Joensen, Sólrun Midjord, Elisabeth Johannesen, Jógvan við Ánna (lærari), Sanna Waagstein Johansen, Anna Sofía Restorff, Marjun C. Joensen, Ása Joensen, Gunvør av Reyni, og Annebeth Rubeksen.