Millumbylgjusendarin

Skal føroyskt á 531 kHz gerast søga, so at vit bert hoyra týskan alputóleik á 531 kHz.

Nú frættist, fyrst í ÚF og síðani á Rás 2, at ætlanin er at keypa ein nýggjan millumbylgju sendara at seta upp á Akrabergi.
Men hesin nýggi sendarin skal bert kunna senda við 25 kW, hetta er alt ov lítið.
Tað er helst einki at ivast í, at um vit minka sendiorkuna úr 200 kW niður 25 kW, so verður tað ikki bara í bakgrundini at vit koma at hoyra týskan alputónleik, so fer harmonikan helst at doyva føroyingin púrasta.
Í frágreiðingini um útvarps- og sjónvarpssendinetið frá mars 2005 stendur, at tað eru bert 550 fiskimenn, sum fáa nyttu av millumbylgjusendaranum. Einki verður sagt um manningarnar, ið sigla við handilsskipum og fremmandum skipum. Tað sigla sum kunnugt nógvir føroyingar við hesum skipum, og rættiliga fitt av teimum sigla í Norður Evropa, hesar manningar fáa tískil eisini gleði av núverandi sendara.
Vit eru ikki so kræsnir. Tað kann gott skróva eitt sindur í hátalaranum, bara vit fáa tað við, ið sagt verður, so eru vit nøgdir.
At útisetar og sjófólk verða flokkað saman í hesi frágreiðing, er rættiliga løgi. Vit hava als ikki somu fortreytir. Útisetar eru, sum oftast, búsitandi á landi við teimum fyrimunum tað gevur. Sjófólk hava sjáldan samband við land.
Í somu frágreiðing stendur eisini, at í dag kunnu sjófólk í stóran mun fylgja við á ÚF-netvarpinum alt samdøgrið.
Tað er okkum kunnugt bert tvey føroysk skip, ið hava alnet samband, ið ger tað møguligt at hoyra ÚF beinleiðis á netinum, og tað eru Skálaberg og Norrøna. Av útlendskum skipum eru tað bert nøkur fá special skip, ið hava slíkt, og tey hava tað einans tí, at tann ið leigar skipið krevur tað. Tá leigumálið er av, er alnet ævintýrið eisini av hjá teimum.
Tað kostar hópin av peningi at reika á netinum um fylgisvein, so nógv flestu útgerðarmenn fáa marruna av tí.
Tað mest vanliga er, at tú hevur møguleika at senda og taka í móti telduposti, og so heldur ikki meir.
Nógv útgerðarfeløg hava eitt filtur, ið avmarkar, hvussu stórt eitt teldubræv kann vera, hetta fyri at hava tamarhald á útreiðslunum.
Tann einasti møguleikin hjá øllum teimum, ið ikki sigla við Skálaberg, Norrønu ella einum av teimum fáu útlendsku specialskipunum at fáa tíðindi er sostat frá Sosialinum. Internet Sosialurin er tó so stórur at nógvir ikki kunnu taka hann niður.
ÚF sendir eingi daglig tíðindi út sum t-post, sjálvt um teir hava fingið áheitanir um hetta.
Nøkur donsk skip fáa hvønn dag eina rúgvu av tíðindum frá DR, á skrift, sum teldupost, men frá ÚF fast einki.
Vit vilja ráa teimum, ið skulu taka avgerðina í hesum máli, til at keypa ein nýggjan 200 kW sendara.
Tá so hesin 200kW sendarin er útslitin, um eini 15 ár, er tøknin helst komin so langt, at vit kunnu lurta eftir ÚF-netvarpinnum.
Kanska kann tann gamli sendarin umvælast um tað er ódýrari.
Vónandi verður tað fíggjarliga møguligt ein dag at lurta á netinum, men í løtuni er tað alt ov dýrt, so tað ganga helst nógv ár, áðrenn tað verður møguligt. Í sjóvinnuni verður hvørt oyra vent fleiri ferðir.
Tú kann spyrja teg sjálvan, hvar manningarfeløgini eru í øllum hesum, tað er løgið at einki hoyrist frá teimum. Tað eru jú eisini teirra limir ið missa møguleikan at hoyra ÚF.

Eyðun Simonsen
Hoyvík

Høgni Petersen
Rituvík

Rógvi Thorsteinsson
Vágur

Rói Lindberg
Tórshavn

Rúni Simonsen
Hoyvík

Jón Simonsen
Tórshavn

Niels Poul Holm
Tórshavn

Gunnar Johansen
Hoyvík

Jónsvein Berg
Hoyvík