Sendinet: Øll eiga at síggja sjónvarp. Øll eiga at kunna hoyra útvarp í stereo, og tað eigur ikki endurtaka seg, at millumbylgju-sendarin sløknar.
Tað er partur av niðurstøðuni, sum ein serstøk Netnevnd hevur gjørt um sendinetið hjá Útvarpinum og Sjónvarpinum.
Bjarni Djurholm, vinnumálaráðharri setti hesa nevndina niður í 2002, og í gjár kundi nevndin so handa landsstýrismanninum hesa frágreiðingina, har fleiri uppskot og tilráðingar eru til føroyska sendinetið í framtíðini.
Í hesi nevndini hava sitið Hjørdis Gaard fyri Vinnumálaráðið, Jógvan Thomsen og Sigurð Vang frá Fjarskiftiseftirlitinum, Bjarni Wilhelm frá Mentamálaráðnum, Jógvan Jespersen og Hans Andor Johannesen frá Útvarpinum og Carsten M. Arnskov frá Sjónvarpinum.
Gamlir sendarar
Sendaraútgerðin hjá FM-sendinetinum er longu um átta ára gomul, og er livitíð hennara neyvan longur enn átta ár aftrat, um neyðugt viðlíkahald verður gjørt.
Hinvegin so hava bygningar og mastrar meiri enn 30 ár á baki, og krevja tí stórar umvælingar.
Netnevndin mælir tí til, at gjørd verður ein verkætlan um at útbyggja netið, so tað dekkar í fyrsta lagi øll bústaðarøkini og eisini meginpartin av vegakervinum.
Mælt verður eisini til, at netið verður soleiðis útbygt, at tað ber til at móttaka í stereo við útiantennu í flest øllum støðum, og at øll skulu móttaka í stereo við inniantennu.
- Ein fyribils meting hjá Fjarskiftiseftirlitinum vísir, at tað kostar umleið 1 mió. kr. at dagføra og útbyggja FM-sendinetið, sigur nevndin.
Hinvegin verður víst á, at neyðugt er samstundis at fylgja væl við í gongdini í menningini av digitalum útvarps-sendineti í okkara grannalondum.
Ikki sløkna aftur
Tá talan er um nógv umtalaðu sendistøðina á millumbylgju hevur henda stóran týdning fyri føroysk sjófólk og lurtarar á landi, sum bara hava hesa støðina at líta á.
Tí er í fyrstu syftu neyðugt at tryggja sær, at hesin sendarin ikki sløknar aftur. Neyðugt er tí við at seta pening av til viðlíkahald.
Henda sendistøðin varð bygd til at røkka nærleiðirnar, men tað hevur víst seg, at hon við skiftandi góðsku hoyrist undir Íslandi, í Irmingarhavinum, Norðhavinum, Írska havinum og í Norðsjónum.
Sendistøðin hoyrist rímiligt ella illa í Eysturgrønlandi, við Bjarnoynna, Svalbard og har eysturi í Barentshavinum, men á Flemish Cap hoyrist hon als ikki.
Mælt verður til at gera eina óhefta meting av sendistøðini, og ein spurningur í hesum sambandi er, um ein ikki eigur at digitalisera støðina.
Fimm SV-rásir
Tá talan er um sjónvarpssendinetið so dekkar tað ikki øll búsett øki í Føroyum. Men nevndin er samd um, at sjónvarpssendinetið eigur at dekka øll búsett øki í landinum.
Hinvegin so er spurningurin um sendinetið ikki avgreiddur. Umboðini fyri Mentamálaráðið, Útvarpið og Sjónvarpið mæla tó til, at landið skal hava ræðisrætt yvir einum almennum og digitalum sendineti.
Kannast skal eisini um Televarpið er áhugað fyri einum samstarvi við tað almenna um eitt framtíðar digitalt sendinet.
Longu fyri hálvum árum síðani mælti Sjónvarpið til at virksemið hjá stovninum eigur eisini at fevna um at endurvarpa Public Service rásir úr grannalondunum, umframt ta føroysku framleiðsluna. Hetta hevur so aftur við sær, at tørvur verður á fleiri rásum ? helst eini fimm í tali.
Ein fyribils kostnaðarmeting vísir, at eitt tílíkt sendinet kostar einar 25 mió. kr. at byggja.