Brandur H. Olsen fekk fyri fyrstu ferð møguleikan frá byrjan, tá ið FCK í gjár var á vitjan hjá SønderjyskE í næstseinasta umfari av donsku Superliguni. Føroyski landsliðsmiðvallarin tók av møguleikanum og skoraði 2-0-málið í 2-1-sigrinum hjá FCK.
Eftir hvørt umfar í Superliguni velur danska blaðið BT teir 11 bestu leikararnar hetta umfarið, og hesaferð er Brandur H. Olsen á liðnum. Hann fær eitt 10-tal frá blaðnum og er einans ein av trimum, sum blaðið metir at hava spælt seg til hesaferð.
Liðið hjá BT hetta umfarið:
Martin Dubravka, Esbjerg - 7
Alexander Fischer, Randers - 7
Christian Poulsen, FCK - 7
Pascal Gregor, FCN - 7
Riza Durmisi, Brøndby - 7
Rasmus Falk, OB - 10
Martin Thomsen, Hobro - 7
Brandur Olsen, FCK - 10
Emiliano Marcondes, FCN - 7
Apostolos Vellios, FCV - 7
Mick van Buren, Esbjerg - 10










