Í morgun frættist, at ein stórur seglbátur var koppaður og gingin burtur út fyri Palermo í Sisilia.
Við bátinum vóru 22 fólk. 15 vórðu bjargað, men sjey av manningini vóru ikki komin afturíaftur.
Seinni í dag frættist, at ein av teimum sjey saknaðu, er funnin lívleysur.
Tíðindastovan, Reuters, veit at siga, at ein av teimum saknaðu er bretski UK Tech-stovnarin, 59 ára gamli, Mike Lynch.
Sagt verður, at seglbáturin var 56 metrar langur, og at vanlukkan hendi, tá stóri frítíðarbáturin rendi seg í eina melduródn.
Lesið eisini:
* Sjey fólk saknað eftir at seglbátur sakk - https://www.in.fo/news-detail/sjey-folk-saknad-eftir-at-seglbatur-sakk
##med2##












