Á borðunum inni hjá 1. q á Klaksvíkar H.F skeiði liggja bunkar av tjykkri og tynri heftum og bíða hendan morgunin, vit eru farin inn at órógva tey í føroyskttímanum. Í staðin fyri at fara í holt við enn eina skaldsøgu, hava næmingarnir hesuferð valt at lesa sagnir sum høvuðsverk. Tey hava skipað seg í bólkar, sum fáa hvør sína søgn at arbeiða við. Og næstan bara hugflogið setur mark fyri, hvusssu tey velja at leggja úrslitið fram i tímanum.
Pausa frá tí útlendska
Sagnirnar, 1. q hevur valt at lesa, eru allar úr Norðoyggjum. Tær flestu kenna vit, so sum Beinta og Peter Arrebo, Guttorm í Múla, Páll Fangi og Rasmus í Haraldssundi og huldumaðurin, meðan aðrar eru minni kendar. Mátin, sum 1. q nú fer at arbeiða við sagnunum, má sigast at vera rættiliga øðrvísi. Ein av treytun-um er nevniliga, at tey leita sær íblástur uttan fyri skúlan til endaligu framløguna í flokkinum. Bólkurin við søgnini um Beintu ætlar sær tí norð til Viðareiðis at taka ein stuttfilm upp inni á prestagarðinum í Ónagerði, meðan onkur annar fer út at práta við fólk um pátrúgv og annað huldusligt og gandakent.
Men hví hevur 1. q valt at lesa sagnir, tá tað nú finst so nógv annað at velja ímillum, til dømis týðingar úr enskum, donskum o.s.fr?
- Kanska vit hava brúk fyri eini pausu frá øllum tí útlendska. Hetta er í hvussu er ein fínur máti at læra eitt sindur um sína egnu fortíð og mentan og at sleppa at lesa okkurt á føroyskum.
- Tær flestu av hesum sagn-unum hava vit hoyrt sum børn, men ofta minnist man bara okk-urt hæddarpunkt ella onkran ávísan persón, og kennir í grundini ikki sjálva søgugongdina. Og burtursæð frá, at søgur-nar oftast eru hugtakandi í sær sjálvum, er tað eisini stuttligt, at tað ber til at fara og hyggja at støðunum, har alt hendi, eru tey í 1.q samd um.
Oddvør er cool
Sagnirnar eru eitt av teimum fýra høvðsverkunum, flokkurin velur og lesur í felag. Harumframt skulu tey lesa seks sjálvlisin verk, sum tey velja sjálv, har einasta treytin er, at tey eru týdd til føroyskt. Yndisbøkurnar hjá 1. q eru rættiliga ymiskar. Onkur vil helst bara lesa krimisøgur, meðan Hemingway stendur ovast á listanum hjá onkrum øðrum, men onki bendir á, at tey eru so hugtikin av Harry Potter líknandi fantasisøgum, sum tey ungu annars sigast at vera í dag. Tey vilja nógv heldur lesa realistiskar søgur, og Oddvør Johansen er avgjørt ein av toppskorarnum.
- Oddvør er cool, tí søgurnar hjá henni eru spennandi og snúgva seg um okkum sjálvi og okkara gerandisdag. Og so skrivar hon á einum máli, sum øll skilja, og tey flestu brúka. Tað er kanska tað besta, heldur ein av svornu Oddvør fjepparunum í flokkinum.