Millum ringastu umhvørvissvín

Føroyar eru millum tey minst ambitiøsu í heiminum, tá tað viðvíkur skerjing av útláti av veðurlagsgassum. Samanborið við Ísland, Noreg og ES eru vit millum 10 og 30 prosent aftanfyri – saman við USA og Kanada. Hetta er høgi kostnaðurin fyri at fáa eina breiða semju

Veðurlagspolitikkur

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo


3. desember 2009. 15 dagar undan altavgerandi veðurlagsráðstevnuni COP15 í Keypmannahavn, har heimsins leiðarar skuldu hittast og seta sítt merki á nýggju veðurlagsavtaluna, sum skal bjarga heiminum. Henda dagin samtykkir eitt einmælt Føroya Løgting uppskotið um veðurlagspolitikk Føroya, sum Annika Olsen, landsstýriskvinna í Innlendismálum hevur lagt fyri Løgtingið, og sum allir flokkar hava skrivað undir. 30 atkvøður fyri. Eingin blonk. Eingin móti.

Í fororðunum til uppskotið stendur soleiðis.

»Aðalmálið við hesum politikki er at gera Føroyar minni tengt at olju og fossilum brennievnum og at økja munandi um orkuframleiðsluna við varandi orkukeldum. Á henda hátt kunnu vit røkka einum framsøknum og realistiskum máli um at skerja okkara útlát av verðurlagsgassum við í minsta lagi 20 prosentum í 2020 í mun til 2005-útlátið.«

Løgtingið hevur við hesum tikið eitt týðandi stig og samtykt eitt uppskot um veðurlagspolitikk, sum Innlendismálaráðið kallar framsøkið og realistiskt. Næsta stigið, er at fáa proklamerða fyri øllum heiminum, at Føroyar hava samtykt hetta uppskotið, og at vit tí skulu nevnast við navni í einari komandi veðurlagsavtalu, og øll harvið kunnu sjá, at Føroyar – heimsins reinasta oyggjaland – eisini ger sítt til fyri at bjarga heiminum og minka um veðurlagsbroytingarnar.


Føroyar á COP15

Við einum einmælt samtyktum veðurlagspolitikki í skjáttuni, var nú klárt hjá Føroya Landsstýri at seta Keypmannahavn stevnu og fjølment møta upp á veðurlagsráðstevnuni. Fremsta mál hjá landsstýrinum var, at Føroyar skuldu nevnast í einari møguligari avtalu.

250.000 krónur vórðu nýttar til at umboða landsstýrið á veðurlagsráðstevnu, og skuldu hesi syrgja fyri, at Føroyar vórðu nevndar í avtaluni.

Føroyar vóru ongantíð nevndar. Men møguliga líka gott.


Copenhagen Accord

Sum tey flestu nú vita, eftir at veðurlagsráðstevnan er av og longsti vetur í eitt mannaminni er við at sleppa takinum á størsta partinum av Evropa, endaði COP15 ikki við teirri bindandi avtaluni, sum lagt var upp til undan ráðstevnuni.

Tó kom eitt endaligt úrslit burturúr. Copenhagen Accord. Eitt rit, har tey, ið vilja skriva undir, binda seg til at minka um útlátið av veðurlagsgassum við einum ávísum prosenttali við støði í einum ávísum ári. Ikki tann stóra avtalan, sum allur heimurin ritaði sítt merki undir, men eitt stig á vegnum.

Í mánaðunum eftir 15. – 18. desember 2009, tá veðurlagsráðstevnan var, eru lond kring allan heimin komin kropp á kroppi við teirra lyftum, um hvussu nógv tey ætla at skerja útlátið av veðurlagsgassum.


Tey framsøknu...

Fleiri av londunum, sum hava skrivað undir Copenhagen Accord, hava sett sær stór mál fyri minking av útlátinum av veðurlagsgassum.

Evropasamveldið og øll limalondini í ES hava bundið seg til at minka um útlátið við í minsta lagi 20 prosentum við støði í útlátinum í 1990, og upp til 30 prosent, um heimurin verður samdur um eitt framsøkið uppskot.

Japan hevur bundið seg til at skerja útlátið við 25 prosentum samanborið við 1990.

Kreppurakta grannalandið fyri vestan, Ísland, hevur bundið seg til at minka um útlátið við 30 prosentum, saman við ES, samanborið við 1990.

Grannalandið fyri eystan, Norra, hevur bundið seg til at minka útlátið við 30 prosentum, og um undirskrivað verður, at heimshitin ikki skal vaksa meira enn 2 stig, er Norra klárt at skerja við heili 40 prosentum samanborið við 1990.

Russland hevur eisini bundið seg til at skerja við millum 15 og 25 prosent samanborið við 1990.



... og vit

Í Veðurlagspolitikki Føroya verður sagt, at vit við hesum kunnu røkka einum framsøknum og realistiskum máli. Eitt mál, sum er at skerja útlátið við í minsta lagi 20 prosentum komandi 10 árini við støði í útlátinum í 2005.

Men veruleikin er, at í heimshøpi er hetta als ikki serliga framsøkið. Tvørturímóti.

Í Copenhagen Accord eru tvey lond, sum vit beinleiðis kunnu samanbera okkum við, og sum vit høvdu verið síðustillað við, um vit fingu okkara navn á veðurlagsavtaluna. Og í veðurlagshøpi er hetta ikki tvey lond, ið ein fegin vil samanberast við.

Talan er um USA og Kanada, sum vildu binda seg til at minka um útlátið av veðurlagsgassum við 17 prosentum, við støði í útlátinum í 2005. Trý prosent undir tí, Føroyar hava bundið seg til.

Serliga USA hevur verið í andglettinum í nógv ár, við at amerikumenn blankt hava noktað at tikið undir við Kyoto-sáttmálanum, sum var heimsins fyrsta og slóðbrótandi veðurlagsavtala. USA hevur eisini verið ímyndinin av dálking við sínum stóru, dálkandi bilum, ídnaði og so framvegis.

Valla er tað hetta, vit vildu samanberast við, tá Innlendismálaráðið sigur, at hetta er eitt framsøkið mál.


Nógv vøkur orð

Henda niðurstøðan er tó ikki nakað, ið eigur at koma nøkrum politikara óvart við. Í viðmerkingunum til uppskotið til Veðurlagspoltikk Føroya verður fleiri ferðir víst á hetta.

Bogi Hansen, professari í havfrøði, sigur í sínum viðmerkingum um uppskotið at minka útlátið við í minsta lagi 20 prosentum innan 2020 við støði í útlátinum í 2005, at »Hetta svarar á leið til ein niðurskurð um 10 prosent í mun til 1990 og er tí ikki serliga ambitiøst í mun til eitt nú ES, sum hevur viðtikið ein niðurskurð, ið er 2-3 ferðir størri. Hinvegin er hetta ein framgongd innan føroyskan politikk á økinum...«.

Hann staðfestir eisini, at ein orðing um at »Føroyar staðfesta, at politisk støða ikki verður tikin til útlátið av veðuragsgassum frá oljuframleiðslu ...« ger uppskotið veikari.

Um síðsta partin av uppskotinum viðvíkjandi skipum og flogførum, sigur Bogi Hansen í sínum viðmerkingum, at »Tað veikasta í virkisætlanini er parturin um skip og flogfør, herundir fiskiflotan. Har eru nógv vøkur orð, men eg dugi ikki at síggja nakað ítøkiligt uppskot, har Landsstýri ella Løgting kunnu tryggja avmarking í útláti. Hesin parturin er so lítið málsøkin, at hann ger alt uppskotið veikari. Eg mæli tí til, at hesin parturin verður tikin úr uppskotinum til veðurlagspolitikk.«


Alt ov lítið ambitiøst

Jóhanna Olsen, lívfrøðingur og deildarleiðari á Umhvørvisstovuni, hevur heldur ikki nógv gott at bera uppskotinum í sínari heild.

Í viðmerkingunum frá Umhvørvisstovuni staðfestir hon, at »Tað er okkara fatan at uppskotið til veðurlagspolitikk, er alt ov lítið ambitiøst, og ov lítið ítøkiligt.«

Eisini vísir Jóhanna Olsen á, at vinnan á landi ikki er nevnd í uppskotinum, og at Umhvørvisstovan metir hetta verða ein stóran mangul.

- Politikkurin ber alt ov nógv brá av at eingi tiltøk verða sett vinnuni, staðfestir hon.


Kostnaðurin fyri semjuna

Vit hava í morgun roynt at fingið orð á landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum, Anniku Olsen, og ætlaðu at spyrja hana, um tað er nøktandi, at Føroyar eru at finna millum tey minst ambitiøsu og framsøknu londini í heiminum, sum hava orðað ein veðurlagspolitikk. Hetta hevur tó ikki eydnast fyri evstamark.

Annika Olsen segði tó við Dimmalætting tann 15. oktober 2009, at hon persónliga gjarna hevði sæð, at vit lækkaðu útlátið við 35 prosentum, soleiðis sum upprunaliga uppskotið hjá Tjóðveldi mælti til, men at hon visti, at hetta er ikki realistiskt.

Hon sigur eisini, at breiða semjan um uppskotið var neyðug, tí hetta skal halda meira enn ta einu samgonguna.

Sostatt er kostnaðurin fyri at fáa allar flokkar á tingi at taka undir við veðurlagspolitikkinum tann, at Føroyar í altjóða høpi eru at finna millum tey mest dálkandi londini í heiminum, sum longst hava stríðst ímóti at taka undir við einum altjóða veðurlagspolitikki, sum hevur til endamáls at skerja útlátið av veðurlagsgassum munandi.




FAKTA

Veðurlagspolitikkur Føroya staðfestir, at Føroyar skulu minka útlátið av veðurlagsgassum við 20 prosentum í mun til útlátið í 2005 áðrenn 2020.

Hetta svarar til eina minking í útlátinum á 10 prosent samanborið við útlátið í 1990, sum flestu heimsins lond hava sett sum grundarlag undir teirra veðurlagspolitikki.



SITAT

»Aðalmálið við hesum politikki er at gera Føroyar minni tengt at olju og fossilum brennievnum og at økja munandi um orkuframleiðsluna við varandi orkukeldum. Á henda hátt kunnu vit røkka einum framsøknum og realistiskum máli um at skerja okkara útlát av verðurlagsgassum við í minsta lagi 20 prosentum í 2020 í mun til 2005-útlátið.«

- Veðurlagspolitikkur Føroya, Innlendismálaráðið 2009


SITAT

»Hetta svarar á leið til ein niðurskurð um 10 prosent í mun til 1990 og er tí ikki serliga ambitiøst í mun til eitt nú ES, sum hevur viðtikið ein niðurskurð, ið er 2-3 ferðir størri. Hinvegin er hetta ein fram-gongd innan føroyskan politikk á økinum...«

- Bogi Hansen, professari í havfrøði


SITAT

»Tað er okkara fatan at uppskotið til veðurlagspolitikk, er alt ov lítið ambitiøst, og ov lítið ítøkiligt.«

- Jóhanna Olsen, lívfrøðingur og deildarleiðari á Umhvørvisstovuni