Millum jóla- og nýggjárs 2006

Ívar Iversen

Tað má bera til eisini at heilsa teimum, sum eru á lívi, við fagnaði! Hví bara skriva minningarorð um tey, ið farin eru av verðini? Tey síggja tað ikki. Hví ikki bera teimum núlivandi eina væluppiborna tøkk, sum tey sjálv kunnu meta um, og geva teimum eitt herðaklapp, ið hava evnað nakað sera virðismikið í okkara samfelag, eitt nú innan tónlist. Tað kann stimbra tey, og kanska geva teimum ein íblástur.
Nú á jólum var so vakurt og yndisligt at hoyra ungar tónleikanæmingar í Musikkskúla Føroya spæla í sjónvarpinum – eitt nú jólakonsertina hjá italska barokktónaskaldinum, Corelli. Vinmaðurin, slóðbrótarin og javnaldurin, Ólavur Hátún, eigur sín stóra lut í heiðurinum, sum fyri mær var ein so stór uppliving. Eitt ótrúligt avrik við tógvið stríð, hann hevur megnað at útinna.
Kanska nevnt áður so fór hann - Ólavur - ikki uppum, har garðurin var lægstur, men legði á, har eina ringast var at klíva upp - nevniliga at fáa landsins myndugleikar, ið ikki vanliga stuðla stórvegis uppundir mentanartiltøk, at taka undir við stremban hansara, at fáa ein veruligan musikkskúla settan á stovn. Tað hevur so eydnast honum.
At fylgja honum eftir megnaði eg ikki; kortiliga eygleiddi eg hann við vælvild í klintran síni upp ígjøgnum teir brøttu og illgongdu stíggjar, til eg at enda helt hann vera komnan upp á slætt – nær tað so einaferð eftir hansara tykki verður. Brátt 76 ára gamal sæst ikki hóllur á honum. Hann er altíð til dystin fús, og orkan sýnist at vera óavmarkað. – Tað higartil seinasta stóra avrik hansara var at framføra Messias av G. F. Handel – eitt av teim størstu verkum, ið skrivað eru í tónlistasøguni.
Føroya Symfoniorkestur var ikki fyri so mongum árum síðan hildið at vera nakað fullkomiliga óhugsandi – eins og undirsjóvar tunnlar. Í dag eru bæði veruleiki. Við áræði, dirvi og orku tykist nærum alt at bera til.
Tøkk fái tit, ið so væl hava dugað at stíla fyri. Gleðiligt nýggjár.